Styðið hvør annan!


 
Vís stóra mynd
Hans Karl Højgaard Saltnes
Eg hoyrdi einaferð eina lítla søgu um ein drong, sum bar beiggja sín eftir eini gøtu, tí hesin ikki orkaði at ganga sjálvur. Ein maður, sum sá hetta, segði við dreingin, sum bar:

 
 
”Hetta er ein alt ov tung byrða fyri ein so lítlan drong.” Drongurin hugdi uppá mannin og svaraði: ”Hetta er ikki nøkur byrða, hetta er beiggi mín”.

Brøður! Um ein maður skuldi komi fyri einahvørja misgerð, tá hjálpið tit, sum andligir eru, honum til rættis við spakføris anda; men hygg um teg sjálvan, at tú ikki eisini skalt verða freistaður! Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists. Gal 6, 1-2

Gud biður okkum vera góð ímóti øllum menniskjum, men samstundis hevur hann litið okkum eitt serligt álit viðvíkjandi okkara kristnu brøðrum og systrum. Í tí stuttu søguni omanfyri, síggja vit ein drong, sum var so góður við beiggja sín, at hann fegin vildi bera hann og hjálpa honum. Hetta eigur eisini at síggjast aftur í tí kristna systkinaflokkinum. Vit eiga at hjálpa hvørjum øðrum. Eitt tað truplasta, ein kann uppliva, er at falla í synd og harvið eisini svíkja Gud. Eru vit við til at fordøma og baktala viðkomandi eisini, kann byrðan gerast so stór, at viðkomandi heilt gevur upp.

Heldur áttu vit at staðið honum nær og styðja hann ígjøgnum hesa tíð. Hetta er eitt av okkara egnu sysktjum. Tað er av týdningi, at vit hjálpa, styðja og stuðla einum, sum er fallin, og har tað kristna lívið kennist tungt og torført. Vit eiga at lata okkara systkin kenna hitan av Guds kærleika í okkum. Tað kundi væl verið, at vit eisini fullu, um vit vórðu freistað á sama hátt. Hetta er á ongan hátt at góðtaka syndina, men heldur er tað, at vit stilla okkum við síðuna av einum, ið tørvar hjálp. Vit hava øll tørv á at møta einum fyrigevandi frelsara. Og saman kunnu vit venda okkum til tann. sum ber allar okkara byrðar, um vit bert biðja hann, og tað er Jesus.

Lagt út hevur : Trúboðin , tann 22-07-2010


Síggjast!

01-09-2010
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.

Vilt tú vita, hvat hendir í morgin?

18-08-2010
Hvat ið hendir í morgin, vilja nokk nógv av okkum vita, men eingin av okkum veit tað. Vit menniskju hava altíð havt eina trongd eftir at...

Summar

30-06-2010
Summarið er fantastiskt! Ljóst er allan sólarringin, sóljurnar prýða fram við veitunum og nakað av lýkku man vera í luftini hóast alt.

Hvar er Gud?

17-06-2010
Viðhvørt kann ein kensla koma yvir meg. Tað er serliga seint á kvøldi ella mitt á nátt. Tá kann eg knappliga hugsa: Hvat um alt hatta...

Tað eru ikki vit sum virðismeta!

02-06-2010
”Takið tí hvør annan at sær, líkasum eisini Kristus tók tykkum at sær til Guds æru.” Róm 15,7

Ábraham - ein trúarhetja ella ábyrgdarleysur pápi?

19-05-2010
Ábraham var ein maður, sum óttaðist Gud av øllum sín um hjarta. Sára, kona hans ara, fekk einki barn. Ikki at fáa nøkur børn, var ein...

 

4. Septembur 2010
Útskriva Sitemap
Vitnisburður
Mynd
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira >>

Andakt
Mynd
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir. Les meira >>

Spurnarkassin
Mynd
Hvussu kann eg vita, um eg eri frelst? Les meira >>

Mest lisna
1.  Marjan nýggjur barna- og familjuráðgevi
2.  Helgi Rasmussen settur í starv sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum
3.  Evnisdagur um sorg
4.  Hans Karl í Kenja
5.  Nógv fólk doypt í Siem Reap Ministries

Lesur tú Bíbliuna á netinum?
Ofta
Av og á
Ongantíð
Visti ikki um møguleikan
 

Oddagrein
Hví letur Gud tað henda?


Ment, forritað og sniðgivið hevur Appnet