Guds leiðir!


 
Vís stóra mynd
Fríðhild Louisa Jensen, Strendur
Í eina tíð havi eg hugsað um, hví tað skal vera so torført at gera tað, sum Gud vil hava okkum at gera, og hví vit altíð skulu stúra og ikki líta á hann.


Tað er ein sangur í Missiónssangbókini, nr. 462 – “Eg undrast má Harri!”, sum sigur mær so nógv. 1. vers ljóðar soleiðis:
 
Eg undrast má, Harri, á alt, ið tú gert,
eg kann ikki skilja tín veg.
Tó veit eg, tann leiðin, sum tú við mær fert,
hon altíð er best fyri meg.

Ofta eru vit menniskju so trek at fara tann vegin, ið Gud vil hava okkum at fara, ella gera tað, ið Gud vil hava okkum at gera. Vit vilja helst sleppa at ráða sjálvi og gera tað, ið VIT halda er best. Men Gud veit betri enn vit. Hann kendi okkum, áðrenn vit vórðu gitin í móðurlívi, og hann elskaði okkum so nógv, at hann gav sín egna son, so at hvør tann, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Skuldi hann ikki vitað best? Hví eru vit tá so bangin fyri at lurta eftir Gudi og gera hansara vilja? Hví líta vit ikki bara á hann?

Latið okkum nýta tíð til bøn og bíbliulesnað, so vit kunnu vita, hvør hansara vilji er, og geva okkum tíð til at lurta eftir Gudi. Latið Gud leiða okkum allan vegin, so vit náa málið og koma heim til hansara ein dag.

Bøn:

Hjálp mær tá at líta trygt við vissu
bert á tíni lyfti, Harri kær,
so ei trúar djúpa frið eg missi,
sum títt orð bar mínum hjarta nær!

Vil í lund mær stúran taka ráðið,
veit mær styrk av tíni faðirhond;
bert ein dag, eitt bil í senn eg fái,
takkar stillan eyðmjúk ond!
Lagt út hevur : Trúboðin , tann 22-07-2010


Á hvønn hevur tú bygt títt lív?

01-09-2010
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á húsunum.

Eg komi skjótt!

18-08-2010
Jesus kemur, og tann dagin hann er komin, er ov seint at siga ja til hann.

Gud er í góðum lag

30-06-2010
Fyri tveimum áðrum síðani byrjaði eg at hugsa, um eg veruliga kendi mín Gud, um eg veruliga kendi tann, sum eg kallaði mín pápa, tann, sum...

Takk, Gud, fyri frelsuna!

17-06-2010
Men hann varð dapur í huga av hesum orði og fór syrgin burtur (Mark 10,22).

Tað nyttar at biðja!!

02-06-2010
Sum 11 ára gomul kom eg til trúgv á Jesus sum mín frelsara. Eg hevði gingið í sunnudagsskúla alt lívið.

Náðin er ein gáva

19-05-2010
Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Gud við harra okkara (Róm 5,1).

 

4. Septembur 2010
Útskriva Sitemap
Vitnisburður
Mynd
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira >>

Andakt
Mynd
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir. Les meira >>

Spurnarkassin
Mynd
Hvussu kann eg vita, um eg eri frelst? Les meira >>

Mest lisna
1.  Marjan nýggjur barna- og familjuráðgevi
2.  Helgi Rasmussen settur í starv sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum
3.  Evnisdagur um sorg
4.  Hans Karl í Kenja
5.  Nógv fólk doypt í Siem Reap Ministries

Lesur tú Bíbliuna á netinum?
Ofta
Av og á
Ongantíð
Visti ikki um møguleikan
 

Oddagrein
Hví letur Gud tað henda?


Ment, forritað og sniðgivið hevur Appnet