Nýggj vinabond og spennandi upplivingar


 
Vís stóra mynd
Vanliga hava tað verið tvær legur í Sørvági, men í ár var bert ein. Hon var frá 25. til 29. juni og var fyri børnum í 2. - 5. flokki. Flestu børnini vóru úr Vágum, men nøkur vóru aðrastaðni frá
 
Tað vóru tey trý, Vivian, Sigrun og Leo-Hans Mikkelsen, sum vóru høvuðsleiðarar á leguni. Eitt toymi hevði annars lagt leguna til rættis.
Á leguni vóru 80 børn, harav eini 10 ikki úr Vágum.
 
Fýra breytir
Legan var skipað soleiðis, at børnini høvdu møguleikar at velja seg inn á fýra ymsar breytir. Tær vóru ítróttarbreyt, listabreyt, køksbreyt og ein mini-multi games breyt við fýra disiplinum.
Tey, sum valdu ítrótt, sluppu umborð og nakrar bátar, í bjargingarvesti sjálvandi, og so varð róð aftur og fram á vánni.
Tey, sum valdu listamáling fóru í gamla skúlan í Bø at mála. Og har vóru nógvar góðir málningar málaðir, og í Bø trýtur ikki við góðum motivum.
Tey á køksbreytini sluppu millum annað at baka, og á mini-multi games breytini vóru ymiskar kappingar, so sum skattajakt og minufelt.
 
Lesið meira og síggi fleiri myndir í Trúboðanum nr. 13, sum kom út 30. juni, og fæst kring landið.
Fleiri myndir eru eisini at síggja á www.mission.fo
Lagt út hevur : Trúboðin , tann 01-07-2010


Bátsvanlukkan í Norra stóra ávirkan á ung kristin

04-09-2010
Vanlukkan fer at ávirka gudsmyndina hjá teimum ungu í einum stórum parti av tí virkna kirkjuliga Danmark

Djúpari inn í Orðið

03-09-2010
Umleið 80 fólk vóru á bíbliuskeiðnum, ið var í Nesvík frá 19.-22. august. Hesar dagarnar komu fólk djúpari inn í partar av Skriftini. Evnini vóru bíbliunnar...

Trúfastur í Kristi tænastu

02-09-2010
Eitt, sum eyðkennir Henry Debes Joensen, fyrrverandi lærara, á Argjum, er trúfesti. Hann hevur í meira enn 40 ár verið knýttur at Landssjúkrahúsinum sum urguleikari, bæði...

Kynsligur ágangur innan barna- og ungdómsarbeiði

01-09-2010
TÍÐINDASKRIV: Aftur í ár verður Sjónligheitsdagurin hildin í Føroyum. Tiltakið hevur til endamáls at sjónliggera kynsligan ágang og verður í Miðlahúsinum leygardagin 4. september frá klokkan...

Lýsa kallið í Hvalba leyst í heyst

31-08-2010
Í vár varð søkt eftir presti til starvið í Suðuroyar norðara prestagjaldi við bústaði í Hvalba. Eingin søkti.

Prestur skotin uttanfyri kirkjuna

30-08-2010
DAGESTAN: Presturin í størstu hvítusunnukirkjuni í russiska lýðveldinum Dagestan doyði stutt eftir at hann varð skotin í høvdið uttanfyri kirkjuna.

 

4. Septembur 2010
Útskriva Sitemap
Vitnisburður
Mynd
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira >>

Andakt
Mynd
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir. Les meira >>

Spurnarkassin
Mynd
Hvussu kann eg vita, um eg eri frelst? Les meira >>

Mest lisna
1.  Marjan nýggjur barna- og familjuráðgevi
2.  Helgi Rasmussen settur í starv sum sálarfrøðingur á Blákrossheiminum
3.  Evnisdagur um sorg
4.  Hans Karl í Kenja
5.  Nógv fólk doypt í Siem Reap Ministries

Lesur tú Bíbliuna á netinum?
Ofta
Av og á
Ongantíð
Visti ikki um møguleikan
 

Oddagrein
Hví letur Gud tað henda?


Ment, forritað og sniðgivið hevur Appnet