Børn fyri fyrstu ferð á legu í Nesvík |
|
|
Á fyrstu summarleguni í Nesvík í summar, vóru fleiri børn, ið vóru fyri fyrstu ferð á summarlegu. Hóast tað, vóru tað bara nøkur fá, ið fóru heim, tí teimum longdust. Tað vóru toftafólk, ið høvdu leguna Tað vóru fólk av Toftum, Nesi og Saltnesi, ið vóru leiðarar, kokkar og hjálparfólk á fyrstu leguni í Nesvík í summar, sum var frá 25.-29. juni. Hetta var ein lega fyri 2. og 3. flokk. Legan var væl skipað. Ein bólkur við átta fólkum, hevði skipað fyri. Tey høvdu havt fleiri fundir at fyrireika áðrenn, og harafturat høvdu tey fingið nógv onnur fólk við sær. Toftafólk plaga at taka sær av eini summarlegu annaðhvørt ár. Á leguni vóru umleið 115 børn, men við leiðarum, hjálparfólkum, kokkum og øðrum, vóru næstan 200 fólk á leguni.
Bíbliutímar um Jóhannes
Á summarleguni eru altíð bíbliutímar. Í ár var evnið ‘Komið og síggið við Jóhannesi’. Innihaldið í tímunum vóru nøkur av undrunum, frásøgnunum og tí, sum Jesus segði og gekk ígjøgnum – sæð út frá Jóhannesi lærusveininum.
Leila Højgaard hevði allar bíbliutímarnar á hesi summarleguni. Børnini fingu eisini eitt arbeiðshefti í part, har tað vóru ymiskar uppgávur, ið tey skulu loysa.
Lesið meira og síggi fleiri myndir í Trúboðanum nr. 13, sum kemur út í dag 30. juni.
|
Lagt út hevur : Trúboðin , tann 30-06-2010 | |
Bátsvanlukkan í Norra stóra ávirkan á ung kristin
04-09-2010
Vanlukkan fer at ávirka gudsmyndina hjá teimum ungu í einum stórum parti av tí virkna kirkjuliga Danmark
|
Djúpari inn í Orðið
03-09-2010
Umleið 80 fólk vóru á bíbliuskeiðnum, ið var í Nesvík frá 19.-22. august. Hesar dagarnar komu fólk djúpari inn í partar av Skriftini. Evnini vóru bíbliunnar...
|
Trúfastur í Kristi tænastu
02-09-2010
Eitt, sum eyðkennir Henry Debes Joensen, fyrrverandi lærara, á Argjum, er trúfesti. Hann hevur í meira enn 40 ár verið knýttur at Landssjúkrahúsinum sum urguleikari, bæði...
|
Kynsligur ágangur innan barna- og ungdómsarbeiði
01-09-2010
TÍÐINDASKRIV: Aftur í ár verður Sjónligheitsdagurin hildin í Føroyum. Tiltakið hevur til endamáls at sjónliggera kynsligan ágang og verður í Miðlahúsinum leygardagin 4. september frá klokkan...
|
Lýsa kallið í Hvalba leyst í heyst
31-08-2010
Í vár varð søkt eftir presti til starvið í Suðuroyar norðara prestagjaldi við bústaði í Hvalba. Eingin søkti.
|
Prestur skotin uttanfyri kirkjuna
30-08-2010
DAGESTAN: Presturin í størstu hvítusunnukirkjuni í russiska lýðveldinum Dagestan doyði stutt eftir at hann varð skotin í høvdið uttanfyri kirkjuna.
|
|
|
| Vitnisburður |
Vit kenna øll líknilsið um tey bæði húsini, ið Jesus sigur frá í Matteus 7, 24-27. Tað var eingin munur á...
Les meira >> |
| Andakt |
|
Fýra ungir menn druknaðu uttanfyri Suðurnoreg herfyri. Eg kendi ein teirra. Kenslan er løgin, tí teir eru bara horvnir.
Les meira >> |
| Spurnarkassin |
|
Hvussu kann eg vita, um eg eri frelst?
Les meira >> |
|
Lesur tú Bíbliuna á netinum?
|
|