Krevja amerikanarar leyslatnar

Senatið í USA samtykti einmælt 18 mai eina áheitan á Barack Obama, forseta, um at brúka ‘øll diplomatisk snildi’ til tess at fáa prestin Saeed Abedini og aðrar amerikanarar, sum sita fongslaðir í Iran, leyslatnar, skrivar blaðið Udfordringen.
Senatið mælir Iran til alt fyri eitt at leyslata prestin Abedini og tveir aðrar amerikanskar fangar umframt ein triðja amerikanara, sum er horvin í Iran.
Republikanarin Mitch McConnell vísti á, at Abedini nú hevur sitið hálvttriðja ár í fongsli, og hann heitti inniliga á Obama-fyrisitinigina, um at tryggja sær, at Abedini verður leyslatin, áðrenn ein endalig avtala verður gjørd um kjarnorkuætlanir Irans.

– Ein av hesum amerikanarunum, Saeed Abedini, sigst vera fongslaður fyri tað “brotsverk” at royna at byggja og reka eitt barnaheim. Hann er vorðin sligin, noktaður læknahjálp og hildin avbyrgdur, – tað er soleiðis iranska stjórnin viðfer tey, sum vísa kærleika og umsorgan fyri øðrum, segði Mitch McConnell.