– Illir andar eru eisini til

Sonni Jacobsen í Sørvági er av mongum kendur sum rithøvundur, og hann hevur givið út bæði yrkisbókmentir og fagrar bókmentir. Men hann er eisini virkin innan tað andliga arbeiðið í Sørvági. Í samrøðu sigur hann millum annað frá síni umvending og tí rættiliga óhugnaligu hending, honum var fyri í tí sambandi.

– Eg fekk har eina konkreta uppliving av, at andaheimurin, sum vit lesa um í Bíbliuni, hann er veruligur. Ein kann uppliva slíkt, hóast eg veit, at tað er ikki serliga vanligt. Tí havi eg ongantíð ivast í Jesusi síðani tá. Hendan uppliving var so sterk, at eg tordi ikki at tosa um hana í nógv ár, eingin visti um hetta. Eg vitnaði nógv, men eg segði bara, at eg hevði upplivað Jesus konkret, men ikki meira enn tað. Fleiri ár seinni fekk eg so fortalt frá øllum hesum út í æsir, sigur hann.

Les alla samrøðuna við Sonna í Trúboðanum, sum kemur út í dag.